Gistingarhúsið í Miðbrekkuni Miðdrekkan 12 FO 800 Tvøroyri TLF. 298-259777 t-post gista@gista.fo
.
Søgan um “Søstrene Petersen´s hús”.
Suðuroy
Søgan byrjar “Við Á” í Øravík.
Frá fólkateljingini frá 1801, fáa vit at vita, at har er ein Kongsbóndi, sum eitur Daniel
Poulsen føddur í 1725.
Daniel Poulsen eigur ein son, sum eitur Poul Danielsen f. 26. januar 1770.
Poul Danielsen fær sær konu úr Øravík, sum eitur Ellen Danielsdatter f.19. apríl 1772.
Í 1828 er aftur fólkateljing.
Við Á er nú Poul Danielsen, sonur Daniel Poulsen, blivin kongsbóndi eftir pápan.
Og Poul og Ellen hava nú fingið ein son. Sonur teirra eitur Peter Poulsen f. 9. apríl
1803.
Petur fær sær konu úr Tórshavn, sum eitur Mariane Terkelsdatter f.18. juli 1805.
Í 1834 er aftur fólkateljing.
Nú er Petur Poulsen blivin kongsbóndi eftir pápan Poul Danielsen.
Og Petur og Mariane Terkelsen hava nú fingið arvingar.
Eina dóttir, sum eitur Anne Cathrine Petersdatter, f. 28. februar 1828.
Ein son, sum eitur Poul Petersen, eftir abbanum, f. 30. juni 1831, fyrsti sonur borin til
garðin.
Ein son Daniel Petersen eftir langabbanum f. 24. august 1833.
Í 1840 er aftur fólkateljing.
Har er alt í sama lag við Á, men tey hava fingið eina dóttur afturat.
Í 1860 er aftur fólkateljing.
Nú er Poul Petersen kongsbóndi eftir pápan Petur Poulsen.
Poul Petersen fær sær konu úr Lamba, sum eitur Cathrine Malene Haldansdatter f. 8.
januar 1827.
Í 1870 er aftur fólkateljing.
Poul Petersen situr enn sum kongsbóndi f. 30.juni 1831.
Konan Cathrine Malene Haldansdatter frá Lamba f. 8.januar 1827
Tey bæði fáa 5 døtur og ongan son, ongin at taka við kongsgarðinum við Á.
Susanne f. 12. januar 1862
Susanne Malene 17. juli 1863
Anne Marie Petersen 6. juni 1866
Petra Paulina Cathrine 15. decembur 1868
Anna Helena Petersen 13. decembur 1870
Í 1880 er aftur fólkateljing
Við Á situr nú Cathrina Malene Haldansdatter úr Lamba, sum kongseinkja,
Saman við yngstu 10 ára gomlu dóttrini Onnu Helenu og tær hava bara ein húskall at
hjálpa sær.
Her endan søgan við Á, mamman doyr ? og um Anna Helena selir jørðina, vita vit onki
um, men hon fær sær egin hús á Tvøroyri.
Sambært fólkateljingini frá 1906 er Anna Helena skraddari í egnum húsum á Tvøroyri,
hon er eisini húsmóðir og hevur vistarhald. Lærling hevur Anna Helena eisini fingið sær
og arbeiðsgentu, so hon klárar seg væl.
Nú er Anna Helena 36 ár.
Frá fólkateljingini frá 1911 síggja vit, at næsteldsta systirin er komin at búgva hjá
henni, og hon er eisini skraddari. Systirin eitur Anna Maria Petersen f. 6. juni 1866.
Nú er Annelena, sum vanliga var nevnd, 41 ár og Anna Maria 45 ár, tær báðar hava
mótahandil og seyma fyri fólk, og eisini hava tær logerandi, Tað eru fleiri gentur sum
hava verið í læru hjá teimum. Tær vóru kendar sum Søstrene Petersen.
Vørdurnar sum tær fingu heim, vóru bílagdar frá Dalles varehus og Bulddog og fluttar
heim vid MS Tjaldur.
Seinnu árini eftir at Anna Maria var farin til Danmarkar dreiv Anna Helena handilin
víðari.
Síðst í 1930´unum tá kreftirnar gingu undan, sendi Annelena boð eftir Tinu Mortensen,
sum hevði lært hjá henni, at drýva handilin víðari. Sonur Tinu Axel, vanliga nevndur
Akka, og sum var nýútlærdur handilsdrongur, keypti handilin í 1939 og dreiv hann
saman við mammuni og systrini Elini handilin øll krígsárini.
Tey seldu húsini til Jens Hendrik Oliver Djurhuus, sakførara. Janus sum hann vanliga
var nevndur, hevði sítt sakføraravirksemi her í húsinum tey seinastu ár hansara til hann
doyði í 1948. Janus var eisini kendur sum skaldið Janus Djurhuus og var bróðir til Hans
Andreas Djurhuus, lærara, sum eisini var skald.
Eftir deyða Janusar keypti Poul Arni Poulsen húsini og brúkti tey til lagur av
málingahandlinum. Ovast upp var tá gjørd íbúð.
Í 1980´unum hevði Sunrid Park kafé í kjallaranum.
Í 1996 keypti Berit Joensen húsini. Tey blivu brúkt at leiga út, ovasta og mid hæddin.
Her hava nógvar familjur leiga ígjøgnum tídina, bædi frá Poul Arna og Berit.
Tá Berit á ungum árum brádliga doyr, yvirtekur dótturin Marit og skómakarin Ingi
Mortensen húsini og byrjaði skómakaravirksemi í kjallaranum. Seinni gjørdi Ingi báðar
ovaru hæddirnar til Gistingarhús.
Í 2012 yvirtóku Mannbjørn Solmunde og Kristian Stórhamar húsini og halda fram við
“Gistingarhúsið Søstrene Petersen”, sum teir kalla fyri “Gistimgarhúsid í Midbrekkuni”.
Søgan um gravsteinin
Ísamband við arbeiði at drena í kjallarunum, fóru vit at leita um vit funnuútav hvar vatni kom frá, brutu frá so vit
sóðu inn undir hjallsgólvi.
Undir hjallsgólvinum, funnu vit ein yvir 100 ára gamlan gravstein.
Gravsteinurin lá sum sagt undir hjallsgólvinum. Fólkini, sum steinurin er yvir, eru deyð í 1890 & 1897, tvs fyri 116
og 123 árum síðani.
Á steininum stendur Thomas Pouli Poulsen &. Margretha Poulsen f. Michelsdatter.
Fyrsti tankin var, at tað hevði nakað við familjuna hjá Poul Arna Poulsen sála at gera, eftirsum hann hevði átt húsini
frá umleið 1960 til 1980.
Men tá farið var at kannað eftir, hvørji fólkini vóru, fannst onki samsvar millum Poulsens ættina hjá Poul Arna sála
og hesi fólk.
Vit funnu útav, at Thomas Pauli búði á Klovanum í Øravík, og var kongsbóndasonur, og var ein av fimm syskjum.
Men aftur til gravsteinin. Spuringurin er, hví og hvussu hann er endaður her undir einum hjalli í Valinum?
Um steinurin ikki hevði við familjuna hjá Poul Arna at gera, ja so var hann kanska keyptur ella bílagdur frá Poul
Arna, tí hann var jú keypmaður. Men hettar var í so gamalt, til at stava frá virkseminum hjá Poul Arna. Næsti tankin
var so, at kanska vóru tað Søstrene Petersen, sum upprunaliga bygdu húsið fyrst í 1900. Tær høvdu búð og høvdu
seymivirksemi, og bíløgdu vørur uttanlanda. So kanska tær høvdu bestilt steinin fyri hesa familjuna, og hann so
ongantíð var avheintaður . Ella kanska onkur feilur var í honum. Ja helst var tað ein feilbestilling, og eitt hvørt varð
galið við honum og ein annar nýggjur steinur var í kirkjugarðinum. Vit so at kanna, hvar tey vóru grivin. Og komu
eftir, at tey vóru grivin í kirkjugarðinum í Líðini, og so yvir at leita, men har var ongin gravsteinur.
Vendi mær so til Torgerð Strøm í Porkeri og segði hann mær, at tað mátti verða feilur í yvirlitinum yvir
kirkjugarðarnar, tí ongin var grivin í Líðini áðrenn 1904, so tey máttu verða grivin í kirkjugarðinum í Froðba. So út á
Bø at kannað um nakar steinur var har. Men har var heldur ongin steinur.
So aftur at hyggja at steininum og tá løgdu vit til merkis at har var nok ein stavivilla, tí maðurin eitur Thomas Pauli
og ikki Pouli. Ok, so var hettar helst forkláringin, at steinurin var helst bestiltur frá Søstrene Petersen, og eigarin
vildi ikki hava hann, tí feilur var í honum.
Arbeiðið við dreningini, ið heilt var stoppa upp, kom ikki víðari, fyrr enn steinurin var fingin vekk, so eg helt verða
frægast at koyra hann út í kirkjugarðin í Froðba. Men so aftur helt eg tað verða eitt sindur skeivt av okkum ikki at
boða familju ella eftirkomarunum hjá hesum fólkunum frá, ella biðja tey koma eftir steininum, og fáa sett hann á
rætta pláss.
So aftur at tosa við Torgerð Strøm, hesuferð visti hann hvat eg vildi, so hann hevði longu gjørt eitt stamtræ fyri
hesi fólkini. Link Ættartalvan sæst við at trýsta á her
Tey fingu eina dóttur Ellen Malene Thomasdattter f. 03.06.1836 sum gistist vi¨Poul Halvansen úr Lamba. Tey
búðsettis somuleiðis á Klovanum í Øravík. Tey fingu eina dóttir: Susanne Malene Haldansen f. 29.09.1857. Hendan
Susanne ið er einasti beinleiðis eftirkomari eftir Thomas Paula & Margretu, hon er at finna í fólkateljingini í 1880.
Men síðani er onki at finna um hana, hvørki í fólkateljingum, ella kirkjubøkrunum.
So her var ongin sló víðari um hvar hon er enda, ella um nakrir eftirkomarar eru? So her fanst ongin ábending um
hvør hevur so bestillt steinin? Og hví liggur hann her undir einum hjallinum?
Men tá eg so siti og hyggi at stamtrænum frá Torgerð, og søguni um húsi, sum mamma og pabba hava skriva; ja
so síggi eg knappliga ein samanhang. Hesin Tummas Pauli er jú pápabeiggi Søstrene Petersen.
So helst hava Søstrene Peterse bílagt steinin, tí papabeiggin kanska ongar eftirkomarar hevði á lívi. Men tað er
framvegis ein gáta, hví steinurin er blivin liggjandi undir hjallinum. At hugsa sær, at ein so fínur steinur blívur
bílagdur, kemur á keiuna á Tvøroyri, verður borðin niðan til húsini og blívur so bert liggjandi. Hvussu kann tad bera
til, at hann so ikki blívur settur upp.
Ein grund kann vera, at tað ikki var heilt greitt, hvar grøvin var ella kanska er tað stavivillan sum er orsøkin.
Men óansað hvat og hví, so hava vit so fingið steinin út undan hjallinum og fríggjadagin 22 februar 2012 varð hann
koyrdur út í kirkjugarðin í Froðba, har tey eru grivin.
Av tí at kommunan ongantíð hevur gjørt nakað yvirlit yvir gravirnar í kirkjugørðunum, so ber ikki til at finna røttu
grøvina. Steinurin bleiv tí settur upp móti innsíðuni á sjálvum kirkjugarðinum.
Ættartalvur
Við Á.
Peter Poulsen